Felags- og vallærugreinar
Í valskúlanum avger næmingurin lutvíst sjálvur hvussu tímatalvan sær út. Tí umframt at allir næmingar hava kravdu lærugreinarnar Støddfrøði, Mál (føroyskt og enskt) og Rørslubreyt, so skal næmingurin velja sær í minsta lagi tíggju breytartímar. Við hesum hevur næmingurin í minsta lagi 28 tímar, ið er kravda tímatalið í 10. flokki.
|
Støddfrøði
• Allir næmingar hava 4 tímar støddfrøði um vikuna
• Undirvísingin er býtt í tveir bólkar: Hástig og miðstig. Hástig er á 10. floks støði og miðstig á 9. floks støði • Próvtøka er í støddfrøði |
Mál
• Allir næmingar hava 8 tímar mál um vikuna
• Mál umfatar føroyskt og enskt • Próvtøka er í føroyskum og enskum |